Í kvøld klokkan 21 er næsta filmskvøldið á Sirkus, og hesaferð verða tveir føroyskir filmar vístir - stuttfilmurin Passasjeren og skemtifilmurin Karrybollarnir. Passasjeren er ein stuttfilmur, ið ungi filmslistamaðurin Sakaris Stórá hevur gjørt á filmsskúla í Noregi. Hann er á norskum við enskum undirteksti.
Hetta er annar stuttfilmurin hjá Sakarisi, ið hevur verið vístur á fleiri filmsfestivalum kring allan heimin.
Birgir Kruse verður á staðnum og presenterar filmin. Les her ummælið, sum Birgir hevur skrivað um Passasjeren á blogginum hjá sær: birkblog.blogspot.com/2009/09/poetiskur-beiskleiki.html
Karrybollarnir er spildurnýggjur, føroyskur spælifilmur, ið varð útgivin stutt fyri jól. Hetta er fyrsta royndin við filmsframleiðslu hjá unga havnarmanninum, Jóhan Rimestad, sum lesur miðlavísindi á universitetinum í Keypmannahavn.
Filmurin er ein docusoap um bólkin Karrybollarnar og hansara royndir at koma upp á føroysku tónleikatindarnar. Tann stóri dreymurin er ein dag at spæla á Summarfestivalinum, og fylgja vit teirra tónleikaligu Odyssé frá Mimir um Roykstovuna til Viking Club.
Høvuðsleikarar í filminum eru Hallur Hjalgrímson, Hjálmar Dam, Turpin Djurhuus og Nicolaj Falck.