Skrúðgonga á Summar Festivalinum í dag bjóðar tónleik, dans, gykl og litir.
Summarfestivalurin verður í ár hildin fyri tíggjundu ferð, og hetta skal hoyrast og upplivast í millum stóru fjøllini Klaksvík. Tískil verður skrúvað upp fyri sjarmu og góðum tónleiki.
– Summarfestivalurin skipar nevnliga aftur í ár fyri karnevali, og øll stór sum smá eru hjartaliga vælkomin at luttaka, skrivar Summar Festivalurin í morgun.
Dj Andru ferat diska live tónleik í einum rullandi akfari frá Badmintonhøllini oman á Vágsbø, har hann spælir øll tey heimskendu hittini, sum hava verið at hoyrt á Summarfestivalinum ígjøgnum árini.
Hetta er fyrstu ferð, at Summarfestivalurin roynir seg við einum rullandi DJ, og fólk eru sum vera man sera spent.
– DJ Andru er dugnaligur innan yrkið, og hevur hann m. a. vunnið deejay battle 2011 í Føroyum. Við sær at diska hevur hann DJ Cool, so tað boðar frá einum spennandi og frískum innslagi.
Aftan fyri ljómandi bilinum koma børnini, sum hava luttikið í dansiskúlanum, at ganga saman við dugnaligum dansarinnum, fylgd av spentum børnum, forvitnum ungdómi og væl uppløgdum vaksnum.
Karnevalið fer frá Badmintonhøllini kl 13.00 og endar á Vágsbøi, har hol verður sett á dagsins skrá, við einum herligum barnashowi ætlað børnum og barnsligum sálum. Øll eru væl komin at verða við í skrúðgonguni í dag.










