Hjá fótbóltsfeløgunum ræður tað um at vinna nógvar pengar. Um tað eydnast, so eru fyritreytirnar betur at fáa fatur á bestu spælarnum. Eydnast tað verður møguleikin størri at vinna fleiri dystir, og so rullar myllan rætta vegin.
Um tað skal eydnast at fáa fatur á áskoðarunum og vinnulívinum, so skulu umstøðurnar vera góðar. Tað hava fleiri fingið eyga á í Føroyum og nógva aðra staðni eisini.
Sunnudagin vóru teir bæði í Brøndby og í Silkeborg glaðir og væl nøgdir, tá teir tóku nýggj áskoðarapláss í nýtslu.
Aljóðta støði
Í Brøndby vóru ikki færri enn 28.416 áskoðarar og hugdu at, tá felagið, sum fram um øll onnur í Danmark tey seinastu tjúgu árini hevur givið fóltbóltinum og kring umstøðunum nýmótans snið, tók nýggju karmarnar á stadion í nýtslu. Karmarnir eru so mikið góðir, at nú verður tað eingin trupulleiki hjá Brøndby at spæla stórar Europa Cup dystir á heimavøllinum og ikki í Parkini. Og tað verður heldur eingin trupulleiki hjá danska landsliðnum at spæla í Brøndby, um tað av onkrari orsøk ikki fer at bera til at spæla í Parkini.
Dysturin sunnudagin var ímóti AB, og hann var sera undirhaldandi. Brøndby vann 4?2, eftir at teir høvdu verið á odda 2?0, og eftir at AB í fyrsta minuttinum eftir steðgin hevði javnað til 2?2. At Martin Johansen hjá AB, sum nú er í nánd av niðurflytingarstrikuni, varð rikin av vøllinum tíðliga í 2. hálvleiki, gjørdi ikki uppgávuna hjá AB lættari.
Í Silkeborg tóku teir eisini nógv nýggj áskoðarapláss í nýtslu, men har var ikki so nógv at rópa hurrá fyri hjá heimaliðnum. Fyri Silkeborg og teirra viðhaldsfólk var tað stórt vónbrot, at tað ikki fekst meiri burturúr enn málleysur javnleikur, tá botnliðið úr Haderslev vitjaði. Frammanundan dystinum høvdu gestirnir bara skavað tvey stig saman.
Brøndby sigurin á AB hevði við sær, at Brøndby legði seg á odda í superliguni. Har vóru teir í hvussu so er inntil í gjárkvøldið, tá FCK og FCM spældu í Jyllandi. Um tað eydnaðist FCM at vinna, so vóru teir aftur oddalið. Um tað eydnaðist FCK at vinna, so løgdu teir seg upp á síðuna av Brøndby.
Viborg hevur fyrsta partin av kappingini staðið seg væl, meðan tað hevur gingið striltið hjá Aab. Viborg hevði heimavøll, men AaB vann 2?1. Merkisvert var tað, at Søren Frederiksen, sum eftir ársskiftið fer at spæla við Viborg, skoraði annað av málunum hjá AaB.










