Oddvør Johansen
---
“Tosið um karmar hevur yvirtikið alt tað politiska arbeiðið.” Nakað soleiðis segði ein landsstýrismaður nú ein dagin.
Tí heiti eg á Føroya Løgting um beinanvegin at gera øll tey góðu orðini, sum søgd vórðu í Norðurlandahúsinum um “Heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur”, sum ein arbeiðsbólkur við stórum nærlagni hevur lagt úr hondum, til annað enn orð.
Setið alt fyri eitt 50 milliónir krónur av til fyrstu átøkini, sum kunnu fara í gongd beinanvegin. Hetta eru “piparnøtir” í peningahøpi, men hesar koma at seta ferð á bæði fólkavøkstur og tilflyting. Nú!
Átøkini eru:
Nr.12 Arbeiðsfrádráttur fyri stakar uppihaldarar 10 mill.
Nr. 13 Tillaga skipan við fríplássi á dagstovni eingi tøl
Nr. 14 Hækkaður barnafrádráttur fyri stakar
uppihaldarar frá triðja barni 21 mill.
Nr. 15 Barsilsskipanin økt 16 mill.
Nr. 18 “Útisetastova” verður sett á stovn 1,5 mill.
Tilsamans kr. 48,5 mill.
Tølini finnast í bóklinginum” Heildarætlan – Fólkaflyting og fólkavøkstur”










