Løgreglan er farin undir eitt veruligt ferðsluátak, har bilførarir í hópatali verða steðgaðir og kannaðir at vita um alt er ílagi. Í hesum sambandi varð ein bilførari steðgaður í Vágum síðstu nátt. Men hann vildi ikki gera eftir boðum frá løgregluni, men setti ferð á bilin og royndi at sleppa til rýmingar.
Løgreglan helt aftaná og tað endaði við, at teir funnu bilin tóman við Kovan.
Men tíverri fyri bilførarin hevði løgreglan tænastuhundin, Karlo, við hesa ferðina og hann varð so sleptur leysur.
Og rýmdi bilførarin hevði ongan møguleika ímóti fíntfølandi nøsini á Karlo, so hann varð heilt skjótt funnin, har hann lá og krógvaði seg í grasinum norðanfyri Kovan.
Hann er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.