Karla Waag er Miss Herning

21 ára gamla klaksvíksdaman í Danmark, Karla Waag, gjørdist vinnarin í kappingini Miss Denmark by night í Herning. Hon sleppur sostatt víðari í kappingini sum umboð fyri Herning, og skal tann 10. juli kappast móti 15 øðrum donskum gentum í hálvfinaluni, sum verður í Rømø.