Karl Wolles 70 ár

Hósdagin 16. juni fylti Karl Wolles í Havn 70 ár. Karl er havnarmaður. Hann vaks upp sum næstyngstur av teimum fýra børnunum hjá Signhild, f. Jensen, úr Havn, og Johan Wolles av Trøllanesi.

Karl hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum. Eftir barnaskúlan fór hann sum 15 ára gamal í læru á bilverkstaðnum hjá Sverra Djurhuus í Rættará. Tá hann varð útlærdur, arbeiddi hann eina tíð á bilverkstaðnum hjá Hans Johs. Clementsen í Lucas Debesargøtu, ið eisini hevði serviceverkstað fyri Volkswagen, sum Farodane umboðaði.

Eftir tað fekk hann starv hjá bilfyritøkuni P/F Vilhelm Nielsen, sum hevði stóran bilverkstað og umboð fyri bilmerkini Opel, Vauxhall og Bedford. Í hesum starvi kom Karl at ferðast nógv kring landið, við tað at hann vera sendur út á bygdirnar at gera eftirlit og umvælingar av bilum. Karl var eisini tvær ferðir í Grønlandi og arbeiddi, í Christianshaab og á Syðra Streymfirði, har hann arbeiddi upp á bilar á basanum hjá amerikanarunum.

Í 1970 fekk Karl starv sum bilmekanikari á nýggju Shellstøðini á Frælsinum, sum Gunnar Poulsen átti og rak tey fyrstu árini. Eftir at hava arbeitt umleið trý ár á Shellstøðini, byrjaði Karl við egnum verkstaði heima hjá sær sjálvum í Stoffalág, har hann hevði nógv at gera og hevði nógvar trúfastar kundar, sum hann hevur røktað bilarnar hjá í mong ár.

Eftir 10 ár sum sjálvstøðugur fekk Karl starv sum sýnsmaður hjá Bileftirlitinum. Har arbeiddi hann, til hann gavst fyri umleið 10 árum síðan, tá hevði hann arbeitt har í 14 ár. Eitt skifti avloysti hann sum húsavørður á Maskinskúlanum. Karl hevur verið í bilbranchuni í yvir 50 ár og verið við í øllum teimum broytingum, sum eru farnar fram hesi árini, bæði hvat bilunum sjálvum og verkstøðunum viðvíkur.

Karl er giftur Elsu, f. Sivertsen, úr Klaksvík. Tey eiga trý børn: Jóhann, Elsebeth Mariu og Signhild.