? Eg var limur í Javnaðarflokkinum, áðrenn eg stillaði upp fyri Verkamannafylkingina í 1994. Tá hildu vit, at Javnaðarflokkurin ikki arbeiddi nóg skjótt.
Hetta sigur Karl Robert Johansen, sum í gjár limaði seg inn í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum. Men í dag hevur hann aðra hugsan um hetta:
? Tá eg kom inn í politiska systemið, so sá eg kortini, at hetta ikki var so einfalt kortini. Nú síggi eg, at tú fært meira á skafti um tú ert innanfyri í einum flokki, sigur Karl Robert Johansen, sum er í uppskoti til at vera valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy.
Karl Robert hevur so at siga alla sína tíð verið sjómaður, bæði skipari, stýrimaður og meistari. Hann hevur eisini verið nevndarlimur í Sjóvar Sóknar Arbeiðsmannafelag.
Hann kom fyrstu ferð á ting, tá Óli Jacobsen í 1994 fór í landsstýrið og tískil lat tingsessin frá sær. Síðan Óli Jacobsen fór úr landsstýrinum í 1996, hevur Karl Robert Johansen fleiri styttri skeið sitið sum tingmaður. Nú Óli Jacobsen aftur fór í landsstýrið, fær Karl Robert fast sæti á tingi aftur, tað sum eftir er av hesum valskeiði.
? Men var tað so eitt mistak, at tit stovnaðu Verkamannafylkingina, tá bæði tú og Kristian Magnussen nú eru farnir í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum?
? Eg veit ikki, um vit kunnu kalla tað eitt mistak. Endamálið við fylkingini var at reka javnaðarpolitikk, sum skuldi ganga eitt sindur skjótari, men tað vísti skjótt, at tað bar ikki til.
Karl Robert Johansen sigur, at hann hevði ikki sloppið at stillað uppaftur fyri Verkamannafylkingina, tí hann er tveittur úr fylkingini. Men hann heldur ikki, at fylkingin hevur nakra framtíð, tí tað tykist sum um fylkingin er vorðin víðgongdari seinastu tíðina - hon er ein protestflokkur.
? Skal eg gera nakra nyttu í politikki, so skal má tað vera í Javnaðarflokkinum, sigur hann.
At hann nú aftur er limur í Javnaðarflokkinum er ikki heilt nýtt. Hetta hevur ligið í luftini nakað leingi, og tað er nakað síðani, at hann fekk limaskapin upp á pláss.
Seinastu vikurnar er tingmannatalið hjá Javnaðarflokkinum vaksið úr fimm upp í sjey. Fríggjadagin 7. mars boðaði Kristian Magnussen frá, at hann fór úr landsstýrinum, tók sæti á tingi og limaði seg inn í tingbólk Javnaðarfloksins. Harvið gjørdist hann sætti tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum.
Karl Robert Johansen er nú tann sjeyndi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum.
Sostætt eru teir tríggir størstu flokkarnir, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin nú líka stórir. Við valið í 1994 fekk Sambandsflokkurin átta mans, Fólkaflokkurin seks og Javnaðarflokkurin fimm. Herfyri limaði fyrrverandi sambandstingmaðurin Finnbogi Arge seg inn í tingbólkin hjá Fólkaflokkinum.
Nú eru allir flokkarnir eins stórir - við hvør sínum sjey tingmonnum.