Karl Martin á Summar Festival

Tiltikni rocksangarin spælir gomul hitt og nýggjar sangir á Summar Festivalinum

Karl Martin Samuelsen er ein av undangongumonnunum í føroyskum rocktónleiki. Hann var og er sangari í rockbólkinum Hjarnar, sum hava fleiri útgávur á baki og hava gjørt nøkur av stóru føroysku rockhittunum – ikki minst balladuna Breaking My Heart og rocksangin Alla Nátt.

Karl Martin hevur eisini verið partur av poppbólkinum JOKA, hann hevur sungið á barnaútgávum og á nógvum øðrum útgávum. Karl Martin kann tríva í eitt stórt savn av sangum, tá ið hann fer á pallin at framføra.

Hesaferð fer hann at spæla kendar sangir, ið hann hevur framført gjøgnum árini, og hann hevur eisini okkurt nýtt við sær á pallin í tjaldinum.

Hesum boðar Summar Festivalurin frá í kvøld.