Karl Løkin: Vit hava verið ov óstøðugir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr miðvallaran hjá ÍF taka samanum eitt misjavnt kappingarár.

- Vit hava tosað ov nógv, og avrika ov lítið. Hetta heldur miðvallarin hjá ÍF, Karl Løkin, sum ásannar, at hann og liðfelagarnir hava verið alt ov óstøðugir í teirra avrikum hetta kappingarárið, har tað hevur sveiggjað millum framúr avrik ímóti FM-kandidatum og pínlig stórtap í øðrum dystum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Karl Løkin aftaná 1-3 tapið hjá ÍF ímóti KÍ á heimavølli í dag, har teir numu við samlaða avrikið hjá ÍF í júst farna kappingarárinum í effodeildini. 

 

Karl Løkin heldur, at ÍF kundi staðið seg betur í dag, um teir høvdu tikið av málmøguleikunum, men tá KÍ kom uppá eina 3-1 leiðslu byrjaði tað at síggja svart út fyri ÍF. Dysturin í dag gjørdist aftur ein av dystunum har ÍF kundi havt framt eitt betri avrik, men gjørdu tað ikki tá samanum kom.