Karl Løkin hevur valt at gevast í íslandska Víkingur Ólavsvík. Sáttmálin bleiv ongantíð endaliga undirskirvaður, og partarnir velja nú at steðga samstarvinum.
Tað kom brádlig, og tað endar eins brádliga. Íslendska ævintýrið hjá Karl Løkin verður av ongum. Tað gekk skjótt, tá Karl Løkin brádliga bleiv uppringdur av Víkingi í Ólavsvík, sum spælir í bestu deildini í Íslandi. Karl valdi at taka av møguleikanum, men hevur nú valt at gevast í felagnum.
Eg fann beinanvegin útav, at eg ikki fór at trívast her. Tí valdi eg ikki at skriva undir sáttmálan, sigur Karl Løkin við portalin.
Spæliloyvið hjá miðvallaranum liggur í Íslandi. Tí kann Karl ikki koma aftur til Føroya at spæla fyrr enn flytingarvindeygað letur upp.
Komi eg aftur til Føroyar, so spæli eg við NSÍ, men nú fari eg líka at finna útav hvat eg skal gera, sigur Karl Løkin.
Karl spældi við NSÍ áðrenn hann fyri fáum vikum síðani fór til Íslands.