Føroyski miðvallarleikarin, Karl Løkin, ið fyrst í august skifti frá ÍF til Næstved BK í triðbestu donsku deildini, hevur ikki havt tí byrjanina í danska felagnum, sum hann hevði ynskt frammanundan. Serliga var tað ein skaði í byrjanini, ið argaði Karl Løkin. Og síðani hann er komin fyri seg aftaná skaðan, hevur Næstved BK vunnið allar dystirnar, og tí hevur ikki verið líka lætt at koma á liðið aftur.
Karl Løkin sigur seg tó trívast væl í Næstved, men ásannar, at eitt tilboð úr Føroyum kann lokka.
- Sum støðan er í løtuni, so spæli eg við Næstved í 2015. Men kemur eitt gott tilboð úr Føroyum, so fari eg sjálvandi at hyggja eftir tí eisini, tí eg vil gjarna spæla sum mest møguligt.
Tað var annars fyrrverandi málmansvenjarin á føroyska landsliðnum, Mogens Krogh, ið fekk Karl Løkin niður til Næstved, har Mogens Krogh er venjari.
23 ára gamli Karl Løkin er higartil skrásettur fyri 3 a-landsdystir fyri Føroyar.