Karl Johansen er til reiðar at halda fram í býráðnum

- Eg havi boðað frá, at eg bjóði meg fram aftur, og skuldi tað hent, at borgarstjórasessurin enn einaferð fer at standa mær í boði, taki eg av, sigur hann.

 

Tað er Karl Johansen, sum í juni fylti sjeyti ár, ið hevur sitið við borðendan í Klaksvíkar kommunu síðan seinasta kommunuval. 

Hann var nýggjur og óroyndur í politikki, tá hann læt seg stilla upp á seinasta vali og gjørdist einasta umboð hjá Sambandsflokkinum í Klaksvíkar kommunu.

Størsti flokkur í býráðnum í Klaksvík gjørdist Fólkaflokkurin, sum fekk fimm umboð, og talið av býráðslimum i Klaksvíkar kommunu er 11. 

- Tá eg eftir valið varð uppringdur, og mær stóð í boði at gerast borgarstjóri, gjørdist eg ovfarin, men helt eisini, at hetta ljóðaði sera spennandi.

Nú skjótt fýra ár eru liðin, og kommuval verður aftur í heyst, heldur Karl Johansen, at tíðin sum borgarstjóri hevur verið bæði avbjóðandi og spennandi.

- Eg havi tískil boðað frá, at eg bjóði meg fram aftur, og skuldi tað hent, at borgarstjórasessurin enn einaferð fer at standa mær í boði, taki eg av.

Karl Johansen heldur, at veljarin nú skal fáa høvi at meta um, hvørt arbeiðið, sum er gjørt í Klaksvíkar kommunu hesi árini, hevur verið gott ella minni gott – eftir givnum umstøðum.

- Sjálvsagt vóni eg eisini, at hesi skjótt fýra árini hjá mær við borðendan, kunnu viðvirka til, at Sambandsflokkurin eisini fær eitt hampiligt kommunuval í heyst.

Sjálvur heldur borgarstjórin, at hesi fýra árini hava lyft Klaksvíkar kommunu upp á eitt hægri støði, og hann fegnast um framburðin, sum hevur verið. 

- Vinnuliga eru vit væl fyri, og nú vit hava fingið mentanarhúsið Varpið, samstundis sum býurin eisini fær nútímans hotell, verður hetta ein kolosal broyting í Klaksvík.

Hann leggur aftrat, at við mentanarhúsinum og hotellinum kemur Klaksvíkin at hava alt, sum ein býur hevur og krevur.

- Stadionøkið er eisini útbygt og hýsir altjóða dystum. Vit hava fingið eitt nútímans kappróðrarneyst, og nú fáa vit ein nýggjan húsarhaldsskúla. 

Karl Johansen vísir á, at tá hetta býráðið tók við, var stórur bíðilisti á dagstovnaøkinum, men hesin fekst skjótt burtur, eftir at býráðssamgongan tók við.

- Vit mettu tað sum ein stóran trupulleika, at 30 børn vóru á bíðilista til barnaansing, og fólk byrjaðu at ringja og kæra sína neyð.  

Tí var tað eisini eitt samt býráð, sum samtykti at fara í holt við at loysa hetta átrokandi mál, og longu á heysti sama ár, sum nýggja býráðið tók við hin 1. januar, stóð fyrsti barnagarðurin liðugur.  

- Í hesum valskeiðnum eru tveir barnagarðar á 45 børn bygdir, soleiðis at nýggju dagstovnaplássini eru 90 í tali, og nú eru tøk pláss í barnaansingini, sigur Karl Johansen.