Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag
Tórshavn, 16.05.2001
Vit hava í kvøld hoyrt, at Karl Johansen við Útvarp Føroya hevur sagt, at um Føroya Arbeiðs-gevarafelag góðtekur at gera sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum gevur hesum feløgum størri lønarhækking enn Havnar Arbeiðsmannafelag, so er álit hansara á arbeiðsgevararnar fokið.
Hesi úttalisli avdúka tað sum onnur fakfelsgfólk í Føroyum leingi hava havt illgruna um, nevniliga at Karl Johansen als ikki hugsar um føroysku arbeiðarafjøldina.
Tað er ilt hjá falfelagsfólki, sum hevur bert tað minsta fakliga medvit, at ímynda sær, at fakfelags-formaður skal tora at ásanna, at hann hevur gjørt avtalu við, ella hevur sett sum treyt yvirfyri Arbeiðsgevarafelagnum, at limir í øðrum falkfeløgum ikki skulu hava nakran lønarvøkstur ella bert hava ein evarska lítlan lønarvøkstur, sum Karl vil sleppa at áseta.
Hvat sigur nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag? Vit kenna øll fleiri av hesum nevndarlimum, sum bera orð fyri at hava fakfelagsmedvit og skilja týdningin av ikki at loypa onnur fakfeløg í ryggin, so vit hava ilt við at trúgva, at hesir nevndarlimir taka undir við orðunum hjá formanni teirra, men gamalt er at siga, at tann sum tigur hann samtykkir.
Vit trúgva heldur ikki, at vanligi limurin í Havnar Arbeiðsmannafelag hevur tað áskoðan, at tað er uppgávan hjá formanni teirra, at gera avtalur við arbeiðsgevarar um, at onnur fakfeløg ikki skulu hava meira enn ein evarska lítlan lønarvøkstur.
Grundin til hesa ráðagerð er møguliga tann, at formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag ikki sjálvur hevur dirvi, at seta hart móti hørðum tá á stendur undir samráðingum, og so er tað lættari at skriva undir semju, har partur av lønarhækkingini er avskrivt av sáttmálum okkara. Tá er lætt at vera fakfelagsformaður.
Hinvegin halda vit neyvan, at tað er rættur fakfelagspolitikkur at vera so bebbaræddur fyri at lýsa verkfall, at ein fakfelagsnevnd altíð skal taka til takkar við tí sum arbeiðsgevararnir bjóða, tí so vinna vit ongantíð limum okkara tey sáttmálarættindi, sum tey hava uppiborið.