Karl Joensen stjóri á Arbeiðseftirlitinum

Nýggi stjórin á Arbeiðseftirlitinum eitur Karl Joensen. Tað er landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, sum hevur gjørt av at seta hann í starvið, eftir at Eli Davidesen, sum hevur røkt starvið síðani Arbeiðseftirlitið gjørdist sjálvstøðugr stovni í 1984.

 

Karl Joensen er útbúgviunb maskinmeistari og merkonomur. Hann hevur royndir sum maskinmeistari við ymsum fiskiskipum og gasstangaskipum. Harumframt hevur hann arbeitt í 11 ár á Arbneiðseftirlitinum, harav mesta partin sum deildarleiðari. Hann tekur við starvinum 1. august komandi.