Karl gevst í Danmark

Av persónligum orsøkum, kemur Karl Løkin heimaftur til Føroyar at spæla

Karl Løkin, ið seinasta summar skifti frá ÍF til danska felagið, Næstved BK, fer at spæla í Føroyum komandi kappingarár.

 

Tað er greitt í dag, eftir at miðvallarleikarin hevur sagt sáttmálan upp við danska felagið, Næstved BK. Ein sáttmáli, ið annars var galdandi tvey ár afturat.

 

Karl sigur, at orsøkin til at hann hevur valt at gevast í danska felagnum er persónlig, og ikki hevur nakað við tað ítróttarliga at gera

 

-       Hálvárið undan jólum hevði eg ein trupulleika við einum skaða. Síðani vetrarsteðgin, havi eg vant við alla tíð, og tað hevur gingið væl hjá mær hendan uppstartin. Orsøkin til at eg flyti heim, er tí at tað eru ov nógv ógreið viðurskiftir uttanfyri fótbóltin, og tí ynski eg at koma aftur til Føroyar, sigur Karl Løkin.

 

Tað er ikki greitt enn, hvørjum felagið Karl Løkin fer at spæla við hetta kappingarárið.