Karl Anton fekk Planet-herðaklappið

Tónleikarin og fyriskiparin Karl Anton Klein, sum doyði brádliga í fjør, fekk serligu Planet viðurkenningina, ella herðaklappið.

Tað var Jan Muller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, sum handaði hesa Planetina. Í fjør var tað Kristian Blak, sum fekk hesa virðislønina, og í ár gjørdist tað Karl Anton Klein, sum millum annað var ein drívmegi millum ungar tónleikabólkar í Margarinfabrikkini, sum fekk Planet herðaklappið.
Tað var beiggi Karl Anton, Kaj Klein, sum tók ímóti Planetini. Kaj var sjónliga rørdur. Hann og Karl Anton høvdu eitt sera tætt samband, og hava spælt tónleik saman síðan teir vóru smádreingir. Kaj greiddi frá, at tað var svárt at missa ein beiggja. Men vísti eisini á orðini hjá Johannes Møllehave, um, at svárari saknurin kennist yvir at missa okkurt, jú størri eigur gleðin at vera, at einum hevur unnast at eiga hetta av fyrstan tíð.
Løtan gjørdist enn meira kensluborin, tá eitt brot úr samrøðu og við Karl Anton og konsert við hansara bólki einkikanndiskuterast.altkann, varð spæld á stórskíggjanum. Hetta var brot úr Prix Føroyar sending hjá Kringvarpinum. Her sóu vit tann skemtandi og glaða Karl Anton í sínum rætta elementi, einum tónleikatiltaki. M.a. var tað nærum legendariska klippið, har berføtti Karl Anton, greiðir frá, at hann altíð spælir berføttur, tí man ikki fer í skóm inn í eitt heilagt stað.
Síðan gór Kaj Klein á pallin í eini serligari útgávu av bólkinum hjá sær og Karl Anton, Plastnoist. Henda útgáva av bólkinum, ið eisini spældi til ervið fyri Karl Anton í Kagganum, er Kaj saman við limunum í 200. Berføttir spældu teir tvey gomul løg hjá Karl Anton. Hetta var ein jaligur endi, á hesi handan av einum sera væl uppibornum Planet Herðaklappi.