Karl Anthon Klein deyður

Eftir heilt stutta sjúkralegu andaðist Karl Anton Klein í Vestmanna á Glostrup Amtssjúkrahúsi leygardagin 26. august, 45 ára gamal.

Karl Anton var mest kendur innan tónleikaumhvørvið, serliga í Havn har hann undirvísti fyri Musikkskúlan og var partur av tónleikaumhvørvinum ART, ið er áhugafelagið hjá rokk-tónleikarunum og heldur til á loftinum á Margarinfabrikkini í miðbýnum.
 
Karl Anton var ein týðandi partur av føroyska tónleikaumhvørvinum og var altíð  rundan um tey sum fáast við tónleik. Hann hevur hjálpt nógvum orkestrum við at koma fram sum t.d. Makrel, Lama Sea, SIC og 48 Pages. Hann hevur eisini hjálpt nógvum einstaklingum. Hann var ein eldsál og ein av stóru profilunum á føroyska tónleikapallinum. Flest allir tónleikabólkarnir í Havnini høvdu eitthvørt tilknýti til Karl Anthon.
 
Karl Anthon var eisini sjálvur við í nógvum tónleikasamanhangum. Saman við beiggja sínum Kaj, høvdu teir orkestrið Plastnoist, har teir m.a. sungu kenda lagið Kall og Svein ungi. Hann hevði ein djúpa sangrødd, var reystur og mælskur  ein tónleikaligur víkingur sum brendi fyri rokk-tónleikinum.
 
Karl Anton var ein einari, hann hevði sínar egnu meiningar og var ikki bangin fyri at úttala seg.
 
Hann royndi seg eisini sum sjónleikari og hevði ein týðandi leiklut í filminum Barbara, sum var tikin upp í Føroyum í 1997.
 
Karl Anthon var vestmenningur, hann var nummar fýra í røðini av teimum seks børnunum hjá Birgit, f. Hansen, og Jógvan Klein, bæði úr Vestmanna. Hini systkini hjá Karl Anthon eru: Jónfinn, sum býr í Vestmanna, Anna Maria og Kaj, sum bæði búgva í Århus, Óli, sum býr í Vestmanna, og Signhild, sum býr í Keypmannahavn.