Karisma luttekur í samkomustovnan í arabiska heiminum

    

Tey síðstu 20 árini eru sera mong menniskju komin til trúgv í tí Arabiska heiminum. Tey flestu av hesum menniskjum eru vunnin gjøgnum radio og sjónvarpssendingar. Mong av hesum menniskjum hava verið noydd at flíggja úr síni egnu heimbygd orsaka av forfylging, meðan onnur hava verið so heppin at funnið sær eina samkomu at hava felagskap í.
Í mong ár varð kannað hvussu hjálp kundi fáast til tey mongu í onga samkomu høvdu at koma í, og sum búðu fjarskotin og uttan møguleika at koma saman við øðrum trúgvandi. Ì 1996 fingu nøkur trúgvandi eitt hugskot um at stovnseta samkomur gjøgnum radiosendingar. Hetta vísti seg seinni at verða eitt sera gott hugskot og blivu nógvar samkomur stovnsettar sum úrslit av hesum radiosendinum í 1997 og 1998.
Ùrslitið varð so gott, at fólk byrjaðu at tosað um at flyta royndirar frá radiosendingum yvir til sjónvarpssendingar. At byrja við vóru 26 sendingar gjørdar sum kallaðus " Eg og heim mítt". Ùrslitið gjørdist so gott, at tann egyptiski framleiðarin byrjaði at leita eftir figging til 26 sendingar afturat so allar 52 vikurnar í árinum kundu brúkast.
Karisma fær á hvítusunnu vitjan av svenskaranum Tore Pansell sum kanska serliga er kendur fyri sín virkna leiklut á kristna blaðnum "Dagen" og annars í kristnum sjónvarpsarbeiði í Svøríki. Tore Pansell kemur at greiða frá arbeiðinum í arabiska heiminum og bjóða Føroyingum at luttaka í hesum arbeiða við at hjálpa til við fíggingini av teim síðstu sjónvarpssendingunum.
Karisma vónar at hetta tiltak verður væl móttikið av føroyingum og at vit á henda hátt kunnu verða við til at boðað gleiðiboðskapin í arabiska heiminum, sum annars er sera trupul at sleppa inn í við evangeliinum.