Karin Norðberg 80 ár

Ein heilsan til ommu mína á 80 ára degnum

Leygardagin 17. november vóru tað liðin 80 ár síðan omma mín Karin Norðberg varð borin í heim.

Karin Norðberg er gift við Jacob Norðberg úr Hvalba, og eiga tey tvær døtur Anna-Britt og Maiken. Fýra ommubørn og fimm langommubørn hava tey.


Omman er dóttur Onnu og Hjalmar Holm á Bakkanum í Hvalba. Hon er næstyngst av átta systkjum.

Tey búsettust í barndómsheiminum hjá Hjalmari, har omman og abbin hjá ommuni eisini búðu.

Ikki búðu tey leingi øll saman, lagnan vildi tað øðrvísi. Innan fyri eitt ár misti omman ommu sína og mammu sína, ið doyði av nátasjúkuni bert 34 ár. Tá var bróðir tín, Palleba sáli, sum tann elsti 14 ár.

Omman, tú vart sjálv fýra ár og systir tín Anna hálvt hálvt ára gomul.


Tá í tíðini var so at siga eingin hjálp at fáa. Pápi tín og abbin sóu seg ikki førar fyri at hava børnini heima.

Omman, tú vart her í Suðuroynni hjá familju. Tú misti pápa tín, tá ið tú vart 10 ár.


Omman fór sum 12 ára gomul til Havnar til systkinabarnið Niels Restorff og konuna Lilly.

Ommuni dámdi væl í Havn. Tú vart við í Havnar sangfelag, og væl dámdi tær, og systkinabarninum Hildu, at koma inn á Kondittaríið og í Sjónleikarhúsið. Men altíð longdist tær aftur til Hvalbiar.

Tú komst oftani suður um fjørðin við gamla Smyrli, hóast tað kundi taka upp til 6 tímar at sigla.


Omman flutti til Danmarkar sum 19 ára gomul. Í Danmark arbeiddi tú á »De gamles by«. Tú royndi teg á einum barnagarði,

har tú byrjaði at læra til barnapleygirsku, men tú gavst, tí tær longdist so illa heim.


Tú flutti til Havnar, har tú vart nøkur ár. Síðani flutti tú suður til aftur Hvalbiar.


Palleba bróðir, sáli, hevði brúk fyri húshjálp. Tú vart skjót suður, tí, sum tú so oftani hevur sagt, var Palleba sum ein pápi fyri teg. Komin suður hitti tú abban. Tit giftust inn á Skálabakka, har tit búðu, áðrenn tit fóru vestur undir Skallan at búgva, meðan húsini vóru í gerð.


Sum tað elsta av ommubørnunum havi eg altíð verið nógv hjá tykkum. Tú passaði meg, tá eg var lítil, tí mamma var í Danmark. At koma inn til tykkum følist altíð heitt og fjálgt. Mær hevur altíð dámt at koma og sova hjá tykkum, og tá skuldi abbin eisini í eitt annað kamar at sova.


Tú fýrdi upp við koli, so køkurin var heitur at koma upp til. Tað er serliga deiligt at koma inn í køkin ein kaldan vetrardag. Sum barn setti eg meg altíð við kolkomfýrin. Tú tók parhosurnar og hitaði tær við ovnin. Tú bað meg altíð leggja hendurnar undir armholurnar hjá tær at fløva, meðan eg bíðaði eftir fransbreyði við osti og kakao og fløda. Kolkomfýrin brúkar tú enn, og hugnaligt er at koma inn, tá ið tú stendur og vendir drýli á ringunum ella hevur eitt foys í ovninum.


Havi altíð vilja búð hjá tykkum á Heyggi, men so bleiv ikki. Eg var tann fyrsta, ið gav tær trý langommubørn, og serliga glað bleivst tú, tá ið eg kallaði tveir beiggjar hjá tær upp.


Góða omma, altíð hevur tú verið við mína lið, ongantíð sigur tú nei til at veita eina hjálpandi hond. Tú komst líka niður til Viborg at verða barnagenta, meðan eg lærdi. Um heystið ert tú altíð klár at hjálpa við at seyma rullupylsur og at gera blóðmør.


Omman! Líkamikið nær og hvar eg havi verið stødd, hevur tú altíð lagt oyra og hjarta til. Omman! Sigast má, at tú hevur lært av lívinum, tú er fyrimyndarlig, lítillátin og takksom.


Eg vil hervið ynskja tær hjartaliga tillukku við 80 ára degnum og alt tað besta í framtíðini.


Bestu heilsanir ommudóttir tín Karin v/ familju.