Karibiskir landsliðsspælarar á Svangaskarði móti NSÍ

Theo Wharton, landsliðsspælari hjá St. Kitts og Nevis og Nathaniel Jarvis, landsliðsspælari hjá Antigua og Barbuda eru millum mótstøðumennirnar hjá NSÍ

##med2##

NSÍ var einasta føroyska liðið sum vann lutakastið um heimavøll í Europa League undankappingini. 

Mótstøðulið hjá NSÍ er Barry Town United úr Wales, ið tapti samanlagt 0-4 móti norðurírska liðnum, Cliftonville í Europa League undankappingini í fjør. Tó megnaði Barry Town javnleik 0-0 á heimavølli.

Barry Town hevur vunnið walisiska meistarheitið sjey ferðir. Seinast var í 2003. 

Allir spælarnir hjá Barry Town við tveimum undantøkum eru úr Wales. Og sigast má, at talan er um spælarar úr FIFA-limalondum, ið vit ikki hava sæð á einum føroyskum leikvølli áður.

Theo Wharton, ið er miðvallari hjá Barry Town er úr lítla karibiska fullveldisríkinum, Saint Kitts og Nevis, ið er minsta fullveldisríki í Panamerika við 53.000 íbúgvum. 

Theo Wharton hevur spælt 15 landsdystir, og hevur skorað tvey mál fyri landsliðið hjá Saint Kitts og Nevis, ið er nummar 139 á FIFA-styrkislistanum. 

Nathaniel Jarvis sum er áleypari hjá Barry Town kemur úr karibiska fullveldisríkinum, Antigua og Barbuda, ið hevur 96.500 íbúgvar.

Nathaniel Jarvis hevur spælt átta landsdystir, og hevur skorað tvey mál fyri Antigua og Barbuda, ið er nummar 126 á FIFA-styrkislistanum.

So tað verða landsliðsspælarar á vøllinum fyri bæði liðini, tá NSÍ og Barry Town United skulu dystast á Svangaskarði á Toftum 20. august.