Longu sum ungur byrjaði Kári Svensson at tekna og mála, og bert 14 ára gamal gjørdi hann sín fyrsta málning – eitt føroyskt landslag. Menning hansara frá at vera ein forvitin og leitandi unglingur til ein viðurkendan, tilvitaðan og skapandi listamálara hevur mest verið knýtt at heimstaði hansara – Tórshavn. Tó var hann sum ungur eitt tíðarskeið í Keypmannahavn fyri at nema sær útbúgving, og hesa tíðina nýtti hann eisini høvið til at koma inn á Kongaliga Listaháskúlan á Charlottenborg og tekna eftir modell. Hóast talan ikki var um undirvísing, hevði tað stóran týdning og ávirkan, at hann her fekk høvi at vera í tí listaliga umhvørvinum. Her lærdi hann grunnlegg-jandi kynstur, sum var við til at geva honum íblástur at arbeiða við listini.
Verk hansara verða skapað í einum trongum samanhangi í Føroyum, har listafólkini eru nógv borin saman við fólkatalinum, og í einum listaumhvørvi, sum er trongligt og viðhvørt miskunnarleyst. Hóast hetta hevur Kári Svensson ment seg frá at vera ein lista-maður við leitandi og spyrjandi eygum aftur til undangongufólkini til at vera ein tilvitaður og virkin málari, sum leggur dent á at vera seg sjálvur. Undangongufólkini vóru tað ættarliðið av føroyskum listafólkum, ið kom heimaftur úr Danmark eftir kríggið og legði støði undir ein veruligan listaheim í Føroyum, og sum ongantíð aftraði seg við at stuðla og geva nýggja ættarliðinum góð ráð.
Kári Svensson er millum ættarliðið av føroyskum listafólkum, hvørs listarliga grundarlag er føroyska landslagið, sum hann í sínum lista-verkum meira og minni abstraherar frá, tó hómast landslagið oftast í bakgrundini.
Myndevnið hjá Kára Svensson er bygdin, fjøllini, bergið, hugbirtingar, náttúrulýsingar, og ofta eru bæði fólk og fuglar við í myndunum. Hann er altíð á veg, men rør aftur á gomul mið fyri so at fara víðari. Litvalið er skiftandi, bæði jarðlitir yvir í teir gyltu og sterku litirnar.
Hann hevur luttikið á nógvum framsýningum í Føroyum, Danmark, Ísland, Svøríki, Álandi, Hollandi, New York, París og Singpore. Kári Svensson er ein sera virkin nútíðarlistamaður.