Seinnapartin í dag klokkan 16 letur upp ein framsýning við verkum hjá Kára Svensson í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
– Kári Svensson málar landslagið, menniskju og djór. Hann er ikki smæðin at vísa, hvussu vøkur og stórsligin náttúran er, har náttúran setur dagskránna meginpartin av árinum, menniskju sum eru á veg ella menniskju sum steðga á og eygleiða. Djórini koma til sjóndar í verkunum eins og menniskjuni í eini tilverudimensión. Kári Svensson er ein tilvitaður og virkin málari, sum leggur dent á at vera seg sjálvur og sjónlig er gleðin í tí at mála, skrivar Inger Smærum Sørensen. Livandi list 2008
– Fyri Kára Svensson er tað ikki bara ein landslagsmálningur og ein endurgeving av tí sum eygað sær. Tað er sansan, eitt kenslusemi og ein víkinga-frummegi, sum livir og andar í júst hesi løtu. Hann sansar landslagið og setur tað á lørifti, sum egin fatan av landslagnum. Tá hann málar, fer lisstamaðurin í honum til síðis og pláss gerst fyri tí reinu og fullfíggjaðu sjón og kenslu av menniskjunar veran og eksistensi menniskjans. Estetikkurin er í sansa centrinum, og kann tí ikki røkkast við skili. Ein skal vera føroyingur og liva á okkara vøkru oyggjum í Atlantarhavinum, fyri verðuliga í sínum innasta, at kunna fata tað sum Kári Svensson følir og upplivir sum ein løtu affektión. Men hendan frástøðan í mentan og náttúru er jú djúpt hugtakandi og púra uttan mótstøðu, ein yvirgevur seg uttan yvirtalilsi, skrivar Kirsten-Marie Hedeland, Kunstanmelder
Framsýningin verður opin til 1. desember, týsdag til fríggjadag klokkan 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.










