Kári Svenson lærir føroyingar at mála

Fýra vikuskiftið í heyst og vár fer Kári Svenson at læra áhugaði at mála.

- Tit, sum elska at tekna og mála, kunnu gleða tykkum til eina røð av vikuskiftisskeiðum í listamáling á Gjáargarði, boðar Gjáargarður frá.

 

Tað er Kári Svenson, ið undirvísir á skeiðunum, sum byrja fríggjakvøld og enda sunnudag.

 

Luttakararnir fara at arbeiða við tekning, akvarell og akrylmáling.

- Undirvísingin verður laga til støði hjá luttakarunum, og tey, sum hava hug at luttaka á fleiri skeiðum eru vælkomin til tað, stendur at lesa í lýsingini.

 

Av Gjáargarði siga tey, at tey hava bjóðað líknandi skeið til útlendingar fyrr, men hetta er fyrsta tílíka skeiðið fyri føroyingar. 

- Áhugin er stórur, og fleiri hava longu sett seg í samband við okkum um skeiðið.