– Vit eru reiðilig, erlig og ópartísk – og yvir øllum hesum, so eru vit kritisk. Hetta eru málsetningar, sum setti kringvarpsstjórin hevur sett sær.
Enn er ikki greitt, hvussu tað verður við starvinum hjá Liljuni Weihe, sum Johnny í Grótinum koyrdi úr starvi sum tíðindaleiðara.
Setti kringvarpsstjórin, Kári Sólstein, segði í samrøðu við útvarpið í morgun, at tað er eitt mál, sum hann sum kringvarpsstjóri nú skal taka støðu til. Annars vildi hann ikki gera fleiri viðmerkingar til tað málið.
Fyribilsstjórin í Kringvarpinum segði, at tað er naivt at halda, at allur mistrivnaður fellur burtur fyri tað, um ein persónur verður skiftur út við ein annan. Um mistrivnaðin á aktueltdeildini í Kringvarpinum segði hann:
– Hatta er nakað, sum eg má taka upp saman við leiðsluni á stovninum, um hvørji stig vit kunnu taka og hvørji stig eru neyðug at taka, so tað mugu vit umrøða í leiðslubólkinum, segði Kári Sólstein.
Hann segði, at hetta verður ikki gjørt í dag men fyrst í næstu viku.
Um trúvirði hjá Kringvarpinum segði Kári Sólstein, at kanningar vísa, at stovnurin hevur høgt trúvirði millum fólk. Hann sigur, at Kringvarpið síðani 2006 javnan hevur gjørt kanningar, sum vísa trúvirði.
Vit skulu sýna ta góðu dygdirnar innan journalistikk, vísa góðan fjølmiðlasið og halda fjølmiðlaetisku leiðreglurnar.
– Hinvegin vil eg eisini siga, at eru hatta so fín orð. Kanska vit skulu brúka meira modernað orð, so sum at vit arbeiða við hesum prinsippunum:
– At vit eru reiðilig
– At vit eru erlig
– At vit eru ópartísk
– og yvir øllum hesum eru vit eisini kritisk.
– Hetta eru virðini, vit skulu arbeiða eftir framyvir, segði Kári Sólstein.
Kári Sólstein sigur, at Kringvarpsstýrið, sum situr árið út, ætlar sær at seta nýggja stjóran. Men tað verður ikki gjørt fyrr enn eftir summarfríðina.









