Tveir úrmælingar – umboðandi tvey ættarlið – syngja og spæla í Spaniastovu leygarkvøldið 20. mai.
Kári P hevur í fleiri ártíggju verið ein av mest virdu yrkjarum í Føroyum. Og sum tann fyrsti listamaður fekk Kári P í 1995 Virðisløn M. A. Jacobsens fyri Lp’irnar “Vælferðarvísur”, 1978 og “Hinumegin Ringvegin”, 1991. Í 2010 fekk Kári P Mentanarvirðisløn Landsins.
Fleiri av yrkingum hansara eru fólkaogn, og munnu Súrligar nætur í Keypmannahavn og Kalli katt verða millum teir best umtóktu sangunum.
Hóast ungur hevur Benjamin í fleiri ár verið viðurkendur, sum ein av Føroya bestu tónleikarum.
Hann hevur eisini fingið góða umtalu í útlondum. Benjamin hevur frá 2008-20015 givið út fløgurnar: Benjamin, 2008, Ghost With Skin, 2011, AVE, 2014, og Parfume Variations , 2015.
Á FMA 2015 var Benjamin tilnevndur til Ársins nýggi bólkur/ Einstaklingur, Ársins útgáva innan Rokk/Popp bólkur, Ársins Bólkur/ Einstaklingur og Øskuhav ársins tekstur.