Eitt løgfrøðiligt tilmælið frá umsitingini á Løgtingsskrivstovuni sigur, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, ikki heimild at gera avtalu við CIP um at felagið skuldi fáa eina millión krónur í endurgjaldi, um sáttmálin ikki varð undirskrivaður áðrenn 1. september.
Landsstýrismálannevndin fer ikki at brúka notatið til nakra endaliga niðurstøðu á hesum sinni. Í staðin samdist ein meiriluti av landsstýrismálanevndini um at seta ein kanningarstjóra at ganga ígjøgnum alt tunnilsmálið.
Hoyr Sirið Stenberg, forkvinnu í Landsstýrismálanevndini, greiða frá við at trýsta á pílin undir myndini.










