Hans Gammeltoft-Hansen er komin til ta niðurstøðu, at Kári P. Højgaard hevur víst grovt ósketni og brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Arbeiðssetningurin hjá Hans Gammeltoft-Hansen umfataði fimm spurningar um Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismann í innlendismálum.
Niðurstøðan av kanningunum hjá Hans Gammeltoft-Hansen er, at í fýra teirra hevur Kári P. Højgaard einki skeivt gjørt, men í einum føri metir hann, at fyrrverandi landsstýrismaðurin hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Hetta er í samband við ein fyrispurning frá Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen, sum í juni 2013 settu landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning um útrokningarnar frá Landsverk, um hvør meirkostnaðurin var, við at lata tunnilin byggja á privatum grundarlagi heldur enn almennum.
Í svarinum til løgtingslimirnar segði landsstýrismaðurin, at meirkostnaðurin var hin sami, sum Landsverk hevði kunnað um í 2012, tað vil siga um 800 milliónir krónur.
Síðani kom fram, at Landsverk stutt innan hevði gjørt nýggjar útrokningar, sum vístu at samfelagsligi meirkostnaðurin nú var mettur at vera millum 1,9 og 2,3 milliardir krónur. Kári P. Højgaard visti um hesar nýggju útrokningar, men valdi, ikki at kunna løgtingið um tær í svari sínum.
Hans Gammeltoft-Hansen vísir á, at sambært grein fimm, stykki tvey í lógini um ábyrgd landsstýrismanna, má ein landsstýrismaðurin hvørki geva løgtinginum órættar ella villeiðandi kunning, ei heldur halda aftur viðkomandi kunning.
Hans Gammeltoft-Hansen metir, at nýggju útrokningarnar hjá Landverki á allan hátt vóru viðkomandi fyri málið um eysturoyartunnilin og skrivliga fyrispurningin frá løgtingsmonnunum. Tískil átti Kári P. Højgaard at nevnt teir í sínum svari og soleiðis kunnað løgtingið um hesar nýggju útrokningar.
Kári P. Højgaard verjir seg við at siga, at hann metti sjálvur, at nýggju útrokningarnar vóru skeivar og tí villleiðandi. Um tær vóru villeiðandi, vóru tær sjálvandi ikki serliga viðkomandi, og tí hevði táverandi landsstýrismaðurin ikki havt ábyrgd at bera løgtinginum kunning um hesar útrokningar.
Hans Gammeltoft-Hansen metir tó, at Kári P. Højgaard ikki hevði grundarlag fyri at koma til ta niðurstøðu, at tølini og útrokningarnar frá Landsverki vóru skeiv. Landsverk er ein stórur, álítandi almennur stovnur, og einki grundarlag er fyri at soleiðis seta spurnartekin við tað arbeiði, ið stovnurin hevur gjørt.
Hans Gammeltoft-Hansen sigur tað vera sera atfinningarsamt, at Kári P. Højgaard á hendan hátt setir sínar egnu førleikar yvir førleikarnar hjá Landsverki.
Hans Gammeltoft-Hansen metir tí, at Kári P. Højgaard hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí at hann hevur handlað við grovum ósketni, tá hann valdi at seta sínar egnu dømikraft yvir førleikarnar hjá Landsverki, og av sínum eintingum valdi at halda nýggju útrokningunum frá Landsverki aftur frá løgtinginum.