Kári P. Højgaard fær lønarhækkan

Hann fær um 90.000 kr um mánaðin, nú hann ikki situr í landsstýrinum

Nú Kári P. Højgaard er farin úr landsstýrinum, líður hann kortini onga neyð fíggjarliga. Tí hann fær næstu seks mánaðir bæði landsstýrismannaløn og løgtingsløn, sum tilsamans táttar í 90.000 krónur um mánaðin – pluss koyripengar at koyra av Skálafjørðinum til Havnar.

 

Sambært tingskipanini, so kann tingmaður ikki vera landsstýrismaður. Tað merkir, at tá tingmaður tekur við sum landsstýrismaður, so má hann leggja tingstarvið frá sær.

 

Politikararnir hava tann fyrimun fram um onnur fólk, at teir gera sjálvir sínar starvstreytir og samtykkja sjálvir sínar lønir. Teir hava eisini samtykt, at tá ein landsstýrismaður fer frá, so skal hann hava løn í seks mánaðir. Men teir hava samstundis eisini samtykt, at fyri tað um hesin fyrrverandi landsstýrismaður, sum Kári P. Højgaard í hesum føri, fer aftur í tingið og fær fulla løn har, so skal hann eisini hava landsstýrismannalønina.

 

Soleiðis verður Kári P. Højgaard hægst lønti politikarin í landinum næstu seks mánaðirnar. Hann fær nógv meira enn løgmaður og hini landsstýrisfólkini hetta tíðarskeiðið.

 

Frammanundan vóru tað Kristin Michelsen og Jógvan Skorheim, sum fingu politikararløn í 100.000 klassanum. Tað fingu teir, tí teir kunnu fáa fulla borgarstjóraløn aftur at tingstarvinum.

 

Men nú Kári P. Højgaard er farin aftur tingið, so fer Jógvan Skorheim samstuns úr tinginum. Men tingið hevur samtykt, at varamenn skulu ikki hava eins góðar fráfaringartreytir, sum landsstýrismenn og valdir tingmenn. Varmenn fáa tí – um teir so hava sitið á tingi í áravís, ikki eitt klovið oyra eftir tann dag, teir fara úr tinginum.