Kári P. Højgaard: Eg sigi ikki upp

- Eg havi ongar ætlanir um at siga meg úr sessinum, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður.

Í dag hava fleiri politikarar ført fram, at Kári P. Højgaard, sum er í andgletti í sambandi við Eysturoyartunnilin, eigur at leggja frá sær sum landsstýrismaður. Men landsstýrismaðurin ætlar  ikki at taka avleiðingar av hørðu atfinningunum ímóti sær.
 


 - Handfaringina av málinum kann mann diskutera, men eg havi gjørt alt eftir bókin. Tað er týdningarmikið hjá eini og hvørjari samgongu, at hon hevur politiskan stabilitet, og tað er so nakað, sum løgmaður má taka støðu til, sigur Kári P. Højgaard við Kringvarpið.


 Hann sigur, at tíðin fer at vísa, hvat fer at henda við hansara landsstýrissessi.


 - Eg havi ongar ætlanir um at siga meg úr sessinum, sigur Kári P. Højgaard við Kringvarpið.