Kendi føroyski handilsmaðurin, Kári Müller, er fluttur aftur til Hirtshals.
Sum so mangur annar føroyingurin tá á døgum valdi Kári Müller í byrjanini av 90-árunum at flyta til Danmarkar, har hann royndi bæði mangt og hvat.
Niðurkomin búsettist hann í jútska býnum Vejle, har hann lat upp ein klædnahandil. Tá ið hesin ikki bar seg, flutti hann til Skagen, har hann kom í starv sum stjóri á einum hotelli.
Síðani gekk leiðin til Hirtshals, har hann bygdi sær eina stóra glæstriborg. Um sama mundið gjørdist hann sølumaður hjá Kemilux.
Tá ið hann hevði roynt hetta í eina tíð, fór hann í starv hjá norsku verksmiðjuni, Maxamec, ið framleiðir kreativar leikur til børn. Umframt at vera sølumaður, hjálpti hann eisini fyritøkuni at selja partabrøv.
Fyri umleið tveimum árum síðani hálaði hann tjaldsteyran úr jørð og flutti heim aftur á klettarnar, har hann fór í holt við at selja køkar.
Nú er hann aftur í Hirtshals, og enn sum áður breyðføðir hann seg við at vera sølumaður.










