Kári metir um støðuna

Kári P. Højgaard angrar framvegis, at hann ikki skrivaði undir sáttmálan við Copenhagen Infrastructure Partners sum ætlað, í Løkshøll í Runavík 27. juni.

 

Sjálvstýrisflokkurin fer nú at viðgera støðu floksins í samgonguni, eftir at formaðurin er koyrdur til hús úr landsstýrinum.

 

Spurdur beinleiðis, hvørt Sjálvstýrisflokkurin er sinnaður til at halda fram í samgonguni, dregur Kári P. Højgaard á bæði.

 

- Nú má leiðslan í flokkinum taka endaliga støðu til, um vit vera verandi ella fara úr samgonguni, sigur Kári P. Højgaard.

 

Men hevur tú hug at halda fram í eini samgongu, har tú ert tveittur á dyr sum landsstýrismaður?

 

- Nei, tað er greitt, at tað verður trupult hjá Sjálvstýrisflokkinum at halda fram í eini samgongu. Eg trúgvi ikki, at tað skapar størri ró við at skifta ein landsstýrismann út. Persónurin umboðar ein flokk, og tað er ikki sjávur persónurin, ið órógvið snýr seg um. Tað er hetta eina málið, nevniliga Eysturoyartunnilin, sigur Kári P. Højgaard og heldur fram:

 

- Men hinvegin kann tað so vera ein samlað vurdering hjá løgmanni, at hann heldur seg betur kunna loysa málið, um eg ikki eri inni á vøllinum.

 

Hoyr samrøðu við Kára P. Højgaard við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini:

Løgmaður: Politisk órógv feldi Kára

 

Kári P. Højgaard fingið sekkin