Landsstýrismálanevndin vil hava lýst út í æsir leiklutin hjá landsstýrismanninum í innlendismálum í tunnilsmálinum.
Landsstýrismálanevndin góðtekur ikki, at landsstýrismaðurin tvíheldur um at sáttmálin við Copenhagen Infrastructure Partners skal vera loyniligur, tá løgtingið nú skal taka støðu til hann.
Og Landsstýrismálanevndin góðtekur heldur ikki, at landsstýrismaðurin í samband við ein fyrispurning ikki gav løgtinginum teir upplýsingar, sum hann sjálvur hevði biðið um og eisini fekk frá sínum egna sakkunnleika í Landsverki.
- Talan er í veruleikanum um tvey ymisk mál, sum landsstýrismaðurin skal svara fyri, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini.
Nevndin er tí samd um at kalla Kára P. Højgaard inn í nevndina at svara spurningum, mikudagin í næstu viku.
- Fáa vit allar upplýsingar um higartil loyniliga sáttmálan, so er sjálvandi einki mál meira. Men fáa vit ikki tað, so má nevndin taka støðu til, hvat vit so gera, sigur Sirið Stenberg.
Forkvinnan í Landsstýrismálanevndini metir tað eisini vera sera álvarsamt, at landsstýrismaðurin í innlendismálum ikki lat løgtinginum upplýsingarnar frá Landsverki.
- Ein landsstýrismaður hevur ikki loyvi til at dylja upplýsingar fyri løgtinginum, staðfestir Sirið Stenberg.
Hoyr samrøðu við Sirið Stenberg við at trýsta á pílin undir myndini.