Tað verður allarhelst seinnapartin, at álit til fíggjarlóg fyri komandi ár verður lagt fram í Løgtinginum.
Men tað verður ikki ein samd fíggjarnevnd, sum fer at leggja fram álit um fíggjarlóg. Andstøðulimirnir í fíggjarnevndini frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi fara saman við Framsókn at bera fram sítt egna álit og samgongulimirnir í fíggjarnevndini hava eisini sítt egna álit.
Les eisini: Tvey álit úr fíggjarnevndini
Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sigur seg tó hvørki vera við í álitunum hjá samgonguni ella andstøðuni.
- Nei, eg eri ikki við í nøkrum áliti. Nú hevur Sjálvstýrisflokkurin bert ta eina umboði á tingi, so fyri at fáa størstu ávirkanina á fíggjarlógina, so atkvøði eg grein fyri grein, tá ið álitini verða løgd fram, sigur Kári P. Højgaard.