Kári Fossdalsá verður á Svangaskarði

I samband við at Kári Fossdalsá hevur útgivið sína fyrstu fløgu, fer hann at hava nakrar útgávukonsertir í Føroyum í summar

Hann fer at hava konsertir ymsastaðni í landinum.

 

Kári Fossdalsá vitjar eisini aftur á gamlar gøtur og fer at hava ókeypis konsert í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði leygarkvøldið 27. juli kl. 19. Dyrnar lata upp kl. 18.

 

Konsertin á Svangaskarði verður ein sitikonsert, Kári fer at spæla sangir frá síni nýggju fløgu.

 

Kári sigur, at fólk kunnu gleða seg til konsertina. Hann er ótrúliga fegin um at fáa møguleikan at syngja og spæla í heimbygdini