Droymir um størri útróðrarvinnu í høvuðsstaðnum

- Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at landingarvirksemi, pakking av fiski, útróðrarvirksemi og skipasmiðjuvirksemi er í høvuðsstaðnum, ásannar Kári Johansen, havnanevndarformaður í Tórshavnar býráði

 

- Eg havi ein dreym um, at útróðurin verður eitt sindur størri, enn hann er í dag, sigur Kári Johansen.

Tá formaðurin í havnanevndini í høvuðsstaðarkommununi, Kári Johansen, verður spurdur, hvat hann fyrst hugsar, tá orðið sjóvinna verður nevnt, svarar hann soleðis:

 

- Eg hugsi um landingarmiðstøðina Barðið á Vestaru Bryggju, og eg hugsi um Kollafjord Pelagic. Eg hugsi eisini um aktiva útróðrarfelagið, vit hava her í Suðurstreymi og tað útróðrarvirksemi, vit eiga eftir í høvuðsstaðnum, og sum vit gjarna vilja geva enn betri umstøður og karmar. 

 

Hann fegnast eisini um stóra skipasmiðjuvirksemi mitt í hjartanum í Havn, sum er ein ógvuliga týðandi partur av vinnulívinum í høvuðsstaðnum. 

 

Pápi havnanevndarformannin, Karl Johansen, sáli, sum var kendur úr Havnar Arbeiðsmannafelag gjøgnum mong ár og var í starvi hjá Balslev meginpartin av sínum arbeiðslívi, hevði í nógv ár bátin, Vága Heina, uppkallaður eftir einum av ættfedrunum í faðirættini hjá Kára.

 

- Pápi mín dámdi væl at flóta, og sum smádreingir plagdu vit at vera við honum onkrar styttri túrar. Eg vil siga, at pápi kendi fjørðin líka so væl, sum ein hýruvognsførari kennir býin, og hann vann eisini onkran heiður sum fiskikongur.

 

Kári Johansen vísir á, at pápin eisini kundi fara út í fjørðin við nøkrum kalvalínum, áðrenn hann fór til arbeiðis hjá Balslev, og so stóðu línurnar, til hann var liðugur at arbeiða, og hann kundi fara at draga.

 

- Eg og brøðurnir hava altíð havt bát, men hetta hevur mest verið til hugna. Tað er synd at siga, at her hevur verið nakrar útróður av týdningi hjá okkum. Hetta hevur verið til húsbrúks, men hugurin at flóta og sigla hevur altíð verið, tá løturnar vóru, sigur hann brosandi.

 

Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at landingarvirksemi, pakking av fiski, útróðrarvirksemi og skipasmiðjuvirksemi er í høvuðsstaðnum.  

 

- Eg fegnist um, at Barðið, sum leigar hølir á Vestaru Bryggju frá Tórshavnar havn, hevur ætlanir um at víðka um sítt virksemi, og vit vilja vísa teimum størstu vælvild. Tað er fantastiskt, at vit hava slíkt virksemi í høvuðsstaðnum.

 

Kári Johansen vísir á, at á Vestaru Bryggju er eisini Ísvirki, sum letur ís til skip og bátar, og her er krani til útróðrarmenninar at brúka. 

 

- Kranin hevur staðið heldur illa fyri, tí tað hendir meira enn so, at skip liggja, har kranin stendur, men hann verður nú fluttur út á endan á ísbryggjuni, soleiðis at hann altíð verður atkomiligur.  

Fyrr í ár yvirtók Tórshavnar kommuna kranan, sum útróðrarfelagið átti, men útróðrarfelagið varðveitir tó brúksrættin til kranan. Kommunan eigur eisini seks egningarskúrarnar við frystaríi, sum eru her úti. Ætlanin er at gjøgnumganga og dagføra skúrarnar.

 

- Í nøkrum skúrum er eitt leigumál – í øðrum tvey. Okkara tanki er, at onkrir av skúrunum kunnu deilast upp soleiðis, at rúm verður fyri fleiri leigumálum.

 

Á Argjum eru eisini rímiliga góðar umstøður, og her er bæði bátahylur og nakrir skúrar.

 

##med2##

 

Havnanevndarformaðurin ásannar, at útróðurin í høvuðsstaðnum er ikki ein stór vinna í dag, men hann vónar, at nýggjar og betru umstøður kunnu birta undir áhugan at fáast við útróður.

 

- Vit vilja gjarna okkara til, at útróðrinum verður lív lagað, og at henda vinna sleppur at mennast, soleiðis at hon framhaldandi verður ein partur av umhvørvinum í høvuðsstaðarøkinum.

Seint í summar ella tíðliga í heyst verður nýggi bátahylurin í Álakeri liðugur, og her verða stívliga 200 nýggj bátapláss. Men, kommunan hevur longu 365 fólk á bíðilista. 

 

- Sjálvandi fáa øll ikki pláss í fyrstu syfti. Tað eru eisini fleiri, ið standa á listanum, sum ikki eiga bát, men sum vilja standa uppskrivaði til bátapláss. Tá plássini verða útboðin, fáa vit at síggja, hvussu mangir umsøkjarar hanga eftir.

Kári Johansen sigur seg vóna, at nýggi bátahylurin í Álakeri kemur at gera tað lættari hjá fleiri bátaeigarum. 

- Tað er eingin loyna, at eg havi ein dreym um, at útróðurin í Havn verður eitt sindur størri, enn hann er í dag, leggur hann aftrat.

 

- Eg havi ein dreym um, at útróðurin verður eitt sindur størri, enn hann er í dag, sigur Kári Johansen.

Fyrr í ár yvirtók kommunan kranan, men útróðrarfelagið varðveitir brúksrættin.