Kardinalur og ráðgevi hjá pávanum

Kardinalurin Angelo Becciu, sum í Vatikaninum er dømdur fongsulsrevsing, hevur áður verið mettur sum ein møguligur pávi.

Kardinalurin Angelo Becciu er í einum dómstóli í Vatikaninum dømdur fimm og eitt hálvt ára fongsul fyri fíggjarundandrátt og misnýtslu av embæti sínum. Her sum luttakari undir hátíðarhaldi í Pæturskirkjuni í Rom 27. august 2022. - Foto: Alberto Pizzoli/Ritzau Scanpix

Ein domstólur í Vatikaninum er í dag dømdur fimm og eitt hálvt ára fongsulsrevsing fyri fíggjarsvik.

Tann 75 ára gamli kardinalurin, Angelo Becciu, hevur undir øllum rættarmálinum noktað, at hann skal hava framt fíggjarundandrátt og misnýtt embæti sítt.

Í katólska hierakinum hoyrin ein kardinalur beint undir pávanum.

Becciu er fyrrverandi ráðgevi hjá Frans páva.

Hann hevur sjálvur áður verið mettur sum ein møguligur kanditatur til starvið sum pávi.

/ritzau/AFP