Ovastin fyri katólsku kirkjuni í USA, kardinalurin Bernard Law, varð í gjár avhoyrdur í einum rætti í býnum Boston. Maðurin, ið verður roknaður sum fremsta umboð pávans í USA, skal greiða rættinum frá, hví hann flutti prestin John Geoghan í annað starv, sjálvt um hann visti, at presturin fleiri ferðir hevði misnýtt børn og ung kynsliga.
Í Boston verður sagt, at avhoyringin av kardinalinum fer væntandi at taka fleiri dagar, tí umframt samband sítt við John Geoghan skal Bernard Law greiða rættinum frá tí, sum hann eftir øllum at døma veit um fleiri aðrar prestar í katólsku kirkjuni, sum eisini eru lagdir undir at hava misnýtt børn og ung.
Boðini um at krevja kardinalin fyri rættin komu bert tveir dagar eftir, at katólska kirkjan í USA veik frá einari avtalu, sum segði, at 86 fólk, sum John Geoghan hevur misnýtt, skuldu fáa 30 milliónir dollarar í endurgjaldi. Bernard Law, kardinalur hevði góðtikið avtaluna, men fíggjarráðið hjá kirkjuni vrakaði hana.
Avgerðin fekk dómaran Constance Sweeney at krevja kardinalin til avhoyringar. Hon segði tað vera neyðugt at boðsenda kardinalinum, tí hon bar ótta fyri, at hann kundi rýma av landinum.
- Sigur pávin, at hann skal koma til Rom, so fer hann, segði dómarin.
Hon hevur givið boð um, at avhoyringin av kardinalinum skal takast upp á sjónband, og hon fer seinni at taka støðu til, um sjón-bandið skal almennakunngerast.
Bernard Law, kardinalur hevur fyrr viðgingið, at hann visti um levnaðin hjá John Geoghan, men hann sigur, at hann gjørdi eftir tilmæli frá sínum ráðgevum. Hóast nógvar atfinningar hevur hann sýtt fyri at leggja frá sær.