Kardamummukøka

220 g av margarini, knapt 300 g av sukri, 3 stór ella 4 lítil egg, 500 g av hveitimjøli, 1 pakka av bakipulvuri, kardamumma, rosirnir, mjólk

Rør margarin og sukur saman og rør síðani eggini í, eitt í senn. Rør bakipulvur, kardamummu og rosinir í mjølið, og lat í deiggið saman við mjólkini. Koyr í tveir smurdar formar og baka køkurnar umleið 1 tíma við 180 stigum.

Køkan smakkar best, tá hon er nýbakað og við kaldari mjólk afturvið.