Kardamummu minnir í Lounge?ini

TÍÐINDASKRIV

Húsaorkestrið í Hafnia Lounge hevur sínar røtur í Kardamummubýnum, og kendu kardamummu løgini eru ikki heilt gloymd

Fólk og dólgar í Kardamummubýnum setti met í Sjónleikarhúsinum í vetur. Fólk fingu snøkt sagt ikki nokk av dólgunum og hinum í kardamummubýnum. Ja, Kardamummubýur er so avgjørt besta stað í verð? Heili 62 ferðir vóru teir á palli við Fólk og dólgum í Kardamummubýnum.
Finnur Jensen, sum spældi ein av dólgunum, hevur funnið saman við tveimum av tónleikarunum, Ronni Poulsen og Julian Rasmussen og skipa ein tónleikabólk, sum javnan spælir í Hafnia Lounge.
Finnur og Ronni hava áður spælt heilt fitt saman. Teir hildu seg hava tørv á einum góðum klaverleikara, og tað var ógvuliga líkatil at spyrja Julian um at vera við. Og hann himpraðist ikki við at taka við avbjóðingini.
Café tónleikur
Og teir duga annað og meira enn at syngja: Her í kardamummu gongur alt sum best ber til. Tí er gott og hugnaligt, og ein ger tað, ein vil...
Teir hava hvør í sær hollar royndir sum tónleikarar og eru als ikki fremmandir fyri at spæla tílík huganlig støð sum Hafnia Lounge. Tónleikurin hjá okkum kann kallast fyri café tónleik. Tað snýr seg um at spæla dygdargóðan tónleik, sum passar inn og skapar tað rætta huglagið, sigur Finnur Jensen.
Júst hetta við huglagnum er oftani tað fólk leitar sær í Hafnia Lounge eftir. Tónleikurin hjá teimum trimum hevur víst seg at passa framúr væl saman við eyðkenda hugnaliga stemninginum í Hafnia Lounge.
Kunnu lokkast
Teir tríggir, Julian, Finnur og Ronni, eru eitt slag av húsorkestri hjá Hafnia Lounge. Teir spæla regluliga teirra væl svingandi lætta tónleik og leggja stóran dent á at samskifta við gestirnar og føla seg oftani fram, hvat er rættast at spæla, siga teir tríggir.
Og teir hava heldur ikki gloymt teirra røtur. Teir kunnu lokkast.
- Er lagið gott, so kunnu vit eisini lokkast til at spæla kardamummusangin, sigur Finnur Jensen.
Ronni, Julian og Finnur spæla í Hafnia Lounge aftur leygarkvøldið 16. apríl kl. 22:30.