Herfyri varð ein søga í in.fo um ein føroyskan tannáring, ið varð álopin av trimum ungum monnum í Keypmannahavn.
Fyri tveimum árum síðani hendi nøkunlunda tað sama í svenska býnum Østersund. Hesaferð var talan ikki um ein tannáring, ið varð álopin, men um 69 ára gamla Jan Eriksson.
Ein dagin hann sat uttan fyri eini matstovu og fekk sær ein bita, komu tríggir ungir menn í hettujakkum yvir til hann.
Teir søgdu við hann, at um so var, at hann ikki gav teimum pening og fartelefonina, bukaðu teir hann av.
Ungu búrkropparnir vóru ikki greiðir yvir, at teir stóðu og hóttu ein karatumeistara. Jan Eriksson reistist úr sessi og mælti, at frá honum fingu teir einki.
Við einum baseballbatti úr aluminium í hond leyp tann fyrsti á hann, men hann fekk eitt so mikið dygt spark í bringuna, at hann small til jarðar. Sama umgang fingu hinir báðir.
– Hóast eg nærkist teimum sjeyti, eri eg væl fyri, og mangt er, sum bendir á, at eg breyt ella brákaði eini 3-4 rivjabein hjá tí fyrsta álopsmanninum. Hinir báðir dragsaðu hann við sær, tá ið teir tóku til rýmingar, sigur Jan Eriksson við lokalblaðið LTZ.
Av tí at Jan Eriksson á sinni fekk svarta beltið í karate, verður hann manna millum eyknevndur »Karate-Jan«.