Leygarkvøldið tann 20. mars verður Karaoke og DJ-show í Virkinum á Sandi. Fyri nøkrum vikum síðani vóru teir sum skipa fyri hesum tiltakið har suðuri fyri fyrstu ferð við tiltakinum. Og eins og aðrastaðni kring landið, varð tað ein stór »succes«
Tað stendur ikki á, at fara upp á pallin at tralla eitt gott lag, og tað at fáa øll hini í salinum at syngja við er ei heldur nakar trupulleiki. So nú sleppa Sandingar aftur at royna seg sum »stjerne for en aften«.
Men annað undirhald er tó eisini á skránni, tí navnframi James Olsen fer nevniliga eisini upp á pallin fyri at syngja. Við hannsara altíð góða og skemtiliga humøri, er altíð lív í har sum hann er staddur, og helst verður ikki øðrvísi hesa ferð.










