Tað er ikki uttan orsøk, at Karaoke er vorðið so væl umtókt. Her bilar tað einki, um tú ikki dugir heilt so væl at syngja. Her eru eingir dómarar, hetta er bara til stuttleikar.
Kvøldini verða skipað soleiðis, at fólk kunnu fara upp til barrvørðin og biðja um at sleppa at syngja ein sang. Úrvalið at velja ímillum er rættiliga stórt. Heili 2000 sangir eru at velja ímillum.
Av Hafnia biðja tey fólk støkka inn á gólvið, um tú hevur hug at syngja, lurta ella bara hava tað sera stuttligt eitt fríggjakvøld.