Tað er ein meira enn 100 ára staðfest sannroynd, at Tjóðveldið og Sambandið liva av hvørjum øðrum. Fær Tjóðveldið av onkrari orsøk – t. d. fíggjarkreppu ella ábyrgdarleysum búskaparpolitikki – vind í seglini, ja so veksur Sambandið. Og fær Sambandið vaksandi undirtøku, so veksur Tjóðveldið eisini, vísandi til undirbrotligheit føroyinga og trælyndi.
Og soleiðis hava hesir báðir flokkar í áravís tryggjað, at teir yvirliva og vaksa sum politiskir flokkar, men fyrst og fremst sum flokkar, tí tey politisku projektini – loysing og/ella samband - koma at kalla ongan veg.
Tjóðskaparlig semja er vegurin fram
At ein av fyrrverandi limum Tjóðveldis eisini hevur sæð hesa meginreglu – og er farin at ressast við, er sjálvandi ein trupulleiki fyri Sambandið og Tjoðveldið, tí tað er hugsandi, at fleiri og fleiri fara at taka undir við, at vegurin fram ikki er at menna frontarnar í føroyskum politikki, men at vegurin fram sjálvandi liggur millum hesar báðar vengur.
Tey flestu halda, at tað er rætt at standa á egnum beinum, at klára seg sjálvan – og serstakliga at vera fíggjarliga sjálvberandi. Tí eigur tað sjálvandi at vera meginreglan handan allar politiskar avgerðir – at tær skulu gera okkum betri før fyri at menna Føroyar fíggjarliga, og at tær skulu gera okkum minni heft av vælvild og gávumildni frá øðrum. Somuleiðis má meginreglan vera, at menna ta demokratisku og fólkaræðisligu skipanina í Føroyum – eins og samhaldsfesti.
Eg havi sjálv fyri langari tíð síðani ásannað, at bert við einum stórum meiriluta í rygginum í eitt nú stjórnarskipanarligum spurningum, ber til at fremja politikk á sjálvstýrisleið í Føroyum.
Javnaðarflokkurin - ein sosialdemokratiskur flokkur
Tað merkir sjálvandi ikki at øll skulu vera samd um, hvussu sosialpolitikkur, vinnupolitikkur og umfordeilingin yvirhøvur av samfelagsligu ágóðunum skal skipast. Júst tí hava vit politiskar flokkar við ymsum hugsjónum.
Sjálv eri eg sannførd um, at tað einans er javnaðarpolitikkur ella sosialdemokratiskur politikkur, ið borgar fyri, at vit eisini í framtíðini megna at menna eina rættvísa vælferðarskipan, har tað eru tær breiðastu herðarnar ið bera tyngstu byrðararnar, men har byrðarnar kortini ikki eru tyngri enn, at tað framvegis er eggjandi og áhugavert at vera íverksetari og at teljast millum teirra, ið skapa virðini. Altso at politikkurin miðar eftir at styrkja samhaldsmegina í fólkinum.
Tað er sosialdemokratiska projektið hjá Javnaðarflokkinum, sum vit nú tíbetur eru fleiri um at fremja í verki.









