Fyrrverandi bosniaserbiski leiðarin Radovan Karadzic vil hava ein annan dómara at døma í málinum ímóti sær Í einum brævi til krígsbrotsmannadómstólin í Haag skrivar Karadzic, at hann hevur ikki álit á verandi dómaranum.
Hann vísir á, at dómarin hevur dømt í fleiri øðrum málum av hesum slagnum, og at allir teir ákærdu hava fingið dóm.
Radovan Karadzic er ákærdur fyri krígsbrotsverk í borgarakrígnum í Bosnia í nítiárunum.