Tað var týðiligt, at okkurt serligt var á vási á flogvøllinum í Rotterdam tíðliga í morgun. Tyrlur hjá niðurlendsku løgregluni flugu uppi yvir vøllinum og økinum kring vøllin, og fleiri løgreglubilar stóðu og bíðaðu.
Løtu seinni lendi eitt lítið flogfar. Teksturin á tí vísti, at talan var um eitt serbiskt flogfar, og so var greitt, at flogfarið var komið við fyrrverandi bosniaserbiska leiðaranum Radovan Karadzic.
Niðurlendskir løgreglu- og trygdarmenn fylgdu Karadzic úr flogfarinum inn í ein skottryggan bil, sum flutti hann týdningarmikla gestin til eitt fongsul í Schveningen beint uttan fyri Haag. Har skuldi hann fyrst til læknakanningar, og er heilsan í lagi, skal hann bíða har einar tveir dagar, áðrenn hann skal fyri krígsbrotsmannadómstólin fyrstu ferð.
Krígsbrotsmannadómstólurin hevur skuldsett Radovan Karadzic fyri grov krígsbrotsverk undir borgarakrígnum í Bosnia í 1990-árunum. Talan er um skuldsetingar fyri bæði fólkadráp, etniska útreinskan og annan ágang.
Kann taka ár
Millum annað er Karadzic skuldsettur fyri at hava havt ábyrgdina av, at 12.000 fólk doyðu í Sarajevo, meðan býurin var hersettur, og hann er eisini skuldsettur fyri at hava havt ábyrgdina av, at 8.000 muslimskir menn og dreingir vórðu myrdir í býnum Screbrenica í 1995.
Ákærin hjá krígsbrotsmannadómstólinum hevur reist 11 ákærur ímóti Karadzic, og innan 30 dagar skal hann gera sínar viðmerkingar til tær og siga frá, um hann játtar seg sekan ella ikki.
Tað er longu greitt, at Karadzic fer at vísa ákærunum aftur, og serfrøðingar í Haag siga, at rættarmálið ímóti honum byrjar neyvan fyrr enn um nakrar mánaðir, og at tað kann taka ár, áðrenn dómur fellur. Karadzic hevur boðað frá, at hann ætlar at verja seg sjálvan, eins og Slobodan Milosevic gjørdi.
Tað eru 11 ár, síðani krígsnbrotsmannadómstólurin bað serbisku myndugleiikarnar taka Radovan Karadzic og Ratko Mladic. Tann seinni er ikki tikin enn.










