Radovan Karadzic sigur, at tað var sendimaðurin Richard Holbrooke, sum gav sær lyfti um grið aftan á borgarakríggið í Bosnia. Sambært lyftinum skuldi Karadzic sleppa undan at verða drigin fyri rættin fyri krígsbrotsverkini í Bosnia, treytað av, at hann helt seg burtur frá tí almenna pallinum aftan á borgarakríggið.
Richard Holbrooke, sum er amerikanari, vísir orðunum hjá fyrrverandi bosniaserbiska leiðaranum aftur. Holbrooke var amerikanskur sendimaður á Balkan í 1998.
Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin í Haag ákærdi í gjár Radovan Karadzic fyri 11 ymisk brot á altjóða lógir og reglur. Karadzic vildi ikki siga, hvørt hann játtar seg sekan ella ikki, men bað um tíð til at kanna ákærurnar nærri. Sambært reglunum mhjá dómstólinum kann tann ákærdi fáa 30 dagar til at umhugsa seg í.