Tveir tímar fyri tíð fór eitt av høvuðsnøvnunum á G!, Kapten Röd, á pallin á Gøtusandi.
Veronica Maggio skuldi spæla kl 22, men vegna óreglusemi í flogferðsluni, kemur hon ikki til landið fyrr enn í morgin. Tí varð Kapten Röd fluttur tveir tímar fram.
Veðrið av gott, og Gøtusandur var hálvfullur av glaðum festivalgestum. Kapten Röd spælir popput reggae, sum skal fáa lív í eina áhoyrarafjøld. Og tað eydnaðist eisini í Gøtu í kvøld. Alla staðnis sást fólk dansa í takt við tónarnar frá svenska kapteininum.
Talan var í stuttum um eina livandi og glaða framførslu, sum fekk lív í glaðu áhoyrarnar, sum langt síðani høvdu gloymt alt um regnið.