– Hetta er mítt fyrsta meistaraheiti í Føroyum, so saman við sigrinum í steypafinaluni havi eg rokkið nógvum saman við hesum liðnum upp á henda eina veturin. Hetta kennist øgiliga gott, serliga tí tað er fyrstu ferð, sigur Kapric, ið heldur fram sum spælari og venjari hjá yngri liðum í SÍ komandi vetur eisini.
– Hetta er ein góð avbjóðing, hóast tað er nógv øðrvísi enn heima í Serbia. Liðini eru javngóð her, men eg vildi ynskt, at tað kundu verið fleiri enn fýra ella fimm lið, tí so høvdu vit havt eina betri kapping,
Nicola Kapric sigur, at sær og familjuni dámar øgiliga væl í Sørvági, har bæði bygdarfólkið og liðið hevur tikið væl ímóti teimum.
– Eg havi bara ikki fingið vant meg við veðrið, men tað gongur framá við tí eisini, flennur hann at enda, áðrenn hann fer aftur í trunkan av fegnum sørvingum.










