Kappróðurin í Klaksvík hevur fingið nýtt róðrarneyst, og nú fær kappróðurin eisini nýggjan bátadrátt.
Í hesum døgum verður nýggjur dráttur gjørdur við nýggja róðrarneystið hjá Klaksvíkar Kappróðrarfelag.
- Róðrarneystið varð tikið í nýtslu í januar í ár, og nú verður so drátturin gjørdur. Hann skal standa klárur, tá bátarnir verða flotaðir.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at umframt bátadráttin, sum nú verður gjørdur, verður eisini uttanumøkið kring róðrarneystið gjørt liðugt.
Við í verkætlanini verður eisini útigólv og bryggjukantur, og kommunan hevur sett tríggjar miljónir krónur av til verkætlanina.
##med2##